Í eitt heilt ár hevur bønar toymið  biðið fyri  hesu vikuni og fyri tær. Gud hevur sett tey her, fyri at biða fyri tær og við tær, nú tú leggur frá tær tann gamla sangin og lærir at kenna tann nýggja sangin, sum Gud ynskir, at syngja inn í títt lív.
Um tú hevur havt gleði av Shhh time - tað at sleppa burtur frá øllum óljóðinum rundan um teg og eisini óljóðinum inni í tær sjálvum, so fert tú heilt sikkurt at fáa gleði av at vitja bønar-rúmið. Har eru so nógvir spennandi og kreativir mátar, at reflektera á, hvat Gud hevur sagt við teg hesa vikuna, og hvussu tú framhaldandi kanst syngja tín nýggja sang tá tú fert heim.

 Eitt forhang av fløskum, er ein av mátunum tú kanst gera tað. Skriva eitt bræt til Gud og koyr tað í eina fløsku, og verð sanførd um, at Hann hevur móttikið tað. Koyr eina leinkju afturat takkar-ketuni og verð eggja av øllum signingunum, sum Gud hevur oyst yvir títt lív og yvir lívið hjá øðrum. Hugsa um mátar, sum tú kanst prísa Gudi við tínum 5 sansum og gev Gudi tínar vónir, tínar dreymir og tína framtíð.
Ímeðan tú ert har, kanst tú biða onkran biða fyri tær og tú kanst eisini skriva teg upp á skemanum  til 24/7 bønir. Gud kann gera fantastisk ting gjøgnum bøn. So bið fyri tær sjálvum, fyri hvør øðrum, fyri vikuni og fyri framtíðini.