Hetta hevur verið ein ótrúlig vika. Vit hava sæð Gud tala nýggja sangin til okkara! Vit hava  sæð Guds nærveru á undurfullan hátt -  hann hevur lekt og víst sína styrki og kærleika allastaðni. Vit hava slett ikki hug at fara avstað aftur. !!!
Verðin sum vit fara heim til, hevur brúk fyri okkar Nýggja Sangi! Øll tey, sum vit møta í skúlanum, til arbeiðis, í ítrótti, í frítíðarítrivi tey hava øll brúk fyri at kenna styrkina og kærleikan, sum Faðirin hevur til tey. Tá vit ikki trýsta á pausu knøttin, men syngja og liva tað lívið, sum gud ætlaði okkum at liva, so fara vit eisini,  at síggja Gud broyta fólk rundanum okkum. Hann gevur tær frið og hjálpir tær at tora at syngja. Tað er ikki í tínari egnu styrki, at tú fert higani.
Minst til, at tú hevur brúk fyri stuðli  rundanum teg, so hald samband við tínar leiðarar og við teir vinirnar, sum tú hevur fingið hesa vikuna!
Vit fara framhaldandi at biða fyri tykkum og vit gleða okkum til at hoyra, hvat Gud ger í tykkara lívi. Tú kanst senda ein teldupost á facebook (debs walker). Tú kanst fortelja okkum, hvussu tað gongur tað komandi ári! Vit elska at hoyra um tað, sum Hann ger í og gjøgnum tykkum! 
Vit gleða okkum at sýggja tykkum øll í Offenburg!
Josh og Debs