Outbreakband "eg visa vit"

Evni í dag, er um at liva tann nýggja sangin saman við øðrum!  Outbreakband arbeiðir  ofta við "eg visa vit". Vit hava spurt tey, hvussu tey rigga saman sum bólkur og hvussu tey stuðla hvør øðrum!
Nær arbeiða tit saman sum eitt toymi?
Juri: "Mest tá vit tilrættaleggja sangirnar. Tað er ongin sum ger alt, vanliga arbeiða vit saman og royna at koma til eitt felags úrslit. Og so á pallinum sjálvandi."
Tá vit tosa um toymisarbeiði, nær arbeiða tit so sjálvstøðugt?
Stefan: "Tá vit skriva sangir. Onkuntíð eru vit tvey, sum arbeiða uppá sama sang, men oftast er tað hvør í sínum lag."
Hvussu er tað at arbeiða saman?
Juri: "Í skúlanum verða vit eggjaði at arbeiða í toymum. Vit læra, at tað er ikki bert um tann einstaka, men líka nógv um alt toymið. Ymisktleikin og ávirkanin av tí einsaka í toyminum eru lyklaorðið."
hvussu stuðla tit hvør øðrum?
Juri: "Bæði gjøgnum tónleikin og sum persónar, vit læra nógv av hvør øðrum. Eg haldi, vit hava nógv at geva hvør øðrum við at arbeiða saman."
Mia: "Eg haldi at onkuntíð kann tað virka sum vit eru eitt sindur hørð við hvønn annan, men vit tosa opið um trupuleikar sum vinir. Aftaná ósemjir so gerast vit rólig og vinarlig aftur."
Hevur tú nøkur ráð til tannáringarnar?
Mia: eg haldi at tað sum er mest umráðandi er at vera góð við hvønn annan í toyminum. Tað skuldi verið eitt mál, at hava umsorgan fyri hvør øðrum eins væl og fyri  bólkinum."